Innanlands

Borgarstjórar í Arktis umrøða koronastøðuna

Annika Olsen greiddi millum annað frá hvussu áleið 12 prosent av føroyingum eru kannaðir

Borgarstjórar úr níggju ymiskum londum høvdu fund (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Borgarstjórar úr níggju ymiskum londum høvdu fund (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-04-23 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna skrivar, at borgarstjórin Annika Olsen í gjárkvøldið  var á fundi í Ráðnum fyri Arktiskar Borgarstjórar. Tórshavnar kommuna er partur av Arctic Mayors’ Forum, ið er gjørt fyri at menna eitt samstarv, har býirnir í norðasta partinum av heiminum kunnu viðgera allar avbjóðingar tvørtur um landamørk.

Borgarstjórar í býum í USA, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi vóru við á videofundinum. fundinum

Har varð millum annað staðfest, at bæði avbjóðingarnar og loysnirnar eru nógvar tær somu,

Annika Olsen nýtti eisini høvi at greiða borgarstjórunum frá, hvussu Føroyar hava gagnnýtt útgerð, sum vanliga verður nýtt at kanna fisk í alivinnuni, til at kanna metstóran part av íbúgvum landsins fyri korona. Í løtuni eru 11,8 prosent av føroyingum kannaðir, skrivar Tórshavnar kommuna.

Í samband við koronastøðuna hevur heilsumálaráðharrin Kaj Leo Holm Johannesen javnan havt fundir við norðurlendsku samstarvsráðharrarnar, og í gjár luttók Jenis av Rana í stórum videofundi fyri uttanríkisráðharrar um støðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder