At borgarstjórin í Tórshavnar kommunu ynskir at fáa ein flogvøll á Glyvursnesi er ikki nakað nýtt. Tað vakti tó ans, tá Heðin Mortensen í vikuni róði frammundir, at NATO burdi gjørt flogvøll við langari breyt á Glyvursnesi. Við íslendskar miðlar sigur borgarstjórin í landsins størstu kommunu, at tað hevði givið meining fyri báðar partar.
Sí eisini: Heðin Mortensen bjóðar Nato at byggja flogvøllin
Fyri Kringvarpinum staðfestir Heðin Mortensen, at hann heldur hetta er ein góð loysn, og at tað ikki er leggja seg í verju- og trygdarpolitikk. Hetta er ikki viðgjørt á politskum stigi, men borgarstjórin ætlar í fyrstu syftu at leggja málið fyri Tórshavnar býrað seinni í mánaðinum.
Tað er sostatt ikki bert "luftkastellir", og ætlanirnar hava sanniliga fingið fólk at ressast.
Í Vágum er man góður við sín flogvøll, og gongd er á ymiskum útbyggingum. At ein flogvøllur skal koma á Glyvursnesi, og at NATO skal byggja hann, slær Bjarni Prior upp í glens við einari samanbering.
Sá nú ein dagin, at ein rakett var send út í rúmdina, og at ein fylgisveinur varð sleptur í ringrás um jørðina. Hendan ringrás er beint yvir Føroyum, og tí eigur NASA skjótast gjørligt at byggja og gjalda eina rakettstøð í Føroyum, og sjálvandi skal hon byggjast í Vágum, tí eg var fyrstur at finna uppá hetta.
Rúmdarstøðin eigur eisini at kunna nýtast privat, og Elon Musk og Space X kunnu sjálvandi eisini kunna gera sær dælt av støðini. Afturfyri eigur Elon at lata øllum borgarum í Vágum hvør sín Tesla, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fær eitt setur til fyrsta túrin út í rúmdina goldið av borgarstjórum í Vágum.
Borgarstjórin í Vága kommunu skrivar omanfyristandandi á sínum Facebook-vanga, sum eitt slag av priki/skemti.
Heðin Mortensen og Bjarni Prior eru ikki heilt samdir í, hvørt tað er eitt gott hugskot við flogvølli á Glyvursnesi ella ikki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald