Heðin Mortensen bjóðar Nato at byggja flogvøllin

Sambært borgarstjóranum er tørvur á 3.000 metra longum flogvølli í Føroyum, og slíkur kann einans byggjast á Glyvursnesi, sigur hann í samrøðu við íslendska stjónvarpsstøð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-15 14:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, bjóðar nú Nato at byggja nýggan flogvøll í Føroyum.

Tað sigur hann í samrøðu við íslendska sjónvarpsrásina Stöð 2.

Í samrøðuni vísir Heðin Mortensen á, at verandi flogbreyt í Vágum er ov stutt og kann ikki leingjast. Hinvegin er møguleiki fyri at leggja eina 3.000 metra langa flogbreyt á Glyvursnesi, sum kann taka ímóti nógv størri flogførum.

Ætlanin hjá Heðini Mortensen er at bjóða Nato at byggja nýggja flogvøllin í Tórshavnar kommunu.

Borgarstjórin grundar hetta við, at virksemið hjá Nato í Føroyum er økt hesa seinastu tíðina, nú Nato-kavbátar javnan vitja í fjørðinum og ætlanir eru um at byggja radarstøð eisini.

[object Object]

Tað heldur hann vera eitt gott útgangsstøði til at fara undir samráðingar við Nato og bjóða verjufelagsskapinum at byggja flogvøll á Glyvursnesi.

- Vit skulu hava góðar samráðingar (við Nato, red.). Vit hava øll kort í hondini. Ger so væl. Nakað fyri nakað. Tit fáa lufthavnina – tit betala, sigur Heðin Mortensen við Stöð 2. Innslagið sæst herundir



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder