2020-04-05 21:44
Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson er koyrdur á sjúkrahús til kanningar við varandi sjúkueyðkennum frá koronavirusi. Tað skrivar Reuters tíðindastovan í kvøld.
Hann fekk fyri tíggju døgum síðani staðfest covid-19.
- Eftir ráðum frá lækna er forsætisráðharrin í kvøld fluttur á sjúkrahús fyri at verða kannaður, sigur talskvinna sambært Reuters.
- Avgerð er tikin um at vísa varsemi, nú forsætisráðharrin framvegis hevur sjúkueyðkenni av korona, hóast hann fekk tað staðfest fyri tíggju døgum síðani, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald