Uttanlands

Boris Johnson noktar at leggja frá sær

Átta ráðharrar hava nú lagt frá sær, men bretski forsætisráðharrin ætlar sær at blíva við at stríðast í staðin fyri at fara frá einari stjórn í kreppu, sigur hann

Boris Johnson í spyrjitíma í Undirhúsinum í dag (Mynd: EPA)

Boris Johnson í spyrjitíma í Undirhúsinum í dag (Mynd: EPA)

2022-07-06 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Boris Johnson noktar at leggja frá sær sum bretskur forsætisráðharri, hóast stórt trýst í løtuni.

Hann sigur í spyrjitíma í bretska Undirhúsinum í dag, at hann ætlar sær at blíva við at stríðast í staðin fyri at fara frá einari stjórn í kreppu.

Tá hann varð spurdur, um har vóru umstøður, sum kundu fáa hann at leggja frá sær, svaraði hann:

– Tað er greitt, at um har vóru umstøður, har eg kendi á mær, at tað var ómøguligt hjá stjórnini at halda fram við tí mandatinum, vit hava fingið, ella um eg til dømis kendi, at vit ikki vóru før fyri at stuðla Ukraina, hevði eg lagt frá mær.

– Men fyri at siga sum er, er uppgávan hjá forsætisráðharranum, tá umstøðurnar eru torførar, at halda fram, tá tú hevur fingið ein stóran meiriluta fyri tí. Og tað ætli eg mær at gera, segði hann sambært Ritzau.

Spyrjitímin kemur eftir, at átta ráðharrar nú hava lagt frá sær seinasta samdøgrið. Fleiri konservativir tjóðartingslimir eru eisini farnir frá.

Orsøkin er, at tey mótmæla handfaringina hjá Boris Johnson av fleiri gølum, sum seinastu tíðina hava rakt stjórnina.

Teir fyrstu ráðharrarnir, sum løgdu frá sær í gjárkvøldið, vóru Rishi Sunak, fíggjarmálaráðharri, og Sajid Javid, heilsumálaráðharri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder