Uttanlands

Boris Johnson: Trump skal ikki blanda seg uppí bretska valið

Tey konservativu stúra fyri, hvat amerikanski forsetin kann finna uppá at siga, tá hann vitjar í London komandi viku

Donald Trump og Boris Johnson á G7-toppfundi í Fraklandi í august (Savnsmynd: Scanpix)

Donald Trump og Boris Johnson á G7-toppfundi í Fraklandi í august (Savnsmynd: Scanpix)

2019-11-30 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson heldur tað vera best, um Donald Trump ikki blandar seg uppí bretska valið.

Tað sigur hann, nú amerikanski forsetin kemur til London mánadagin í sambandi við einum Nato-toppfundi í komandi viku.

Tað var í oktober, at Trump ávaraði bretum ímóti at atkvøða fyri Labour formanninum, Jeremy Corbyn.

Embætisfólk hjá Trump siga nú, at Trump ikki ætlar sær at blanda seg uppí valstríðið í einum øðrum landi aftur. Men sambært Ritzau stúra limir í konservativa flokkinum fyri, hvat Trump kann finna uppá at siga, tá hann vitjar bretska høvuðsstaðin eina viku áðrenn valið 12. desember.

Sambært kanningum, stendur Boris Johnson tó til at vinna valið.

Les eisini: Boris Johnson stendur til at vinna valið

Bretski forsætisráðharrin sigur, at tá talan er um tvey sameind lond, sum hava so gott samband sum USA og Stórabretland hava, er best ikki at blanda seg uppí valstríðið hjá hvørjum øðrum.

Johnson hevur áður boðað frá, at vinnur han valið, fer hann at syrgja fyri, at bretar fara úr ES 31. januar, sum er seinasta frestin, sum bretar hava fingið frá ES.

Bretski forsætisráðharrin sigur, at stjórnin er fyrireikað til at fara úr ES uttan skilnaðaravtalu. Tó roknar hann við, at hann kann fáa eina handilsavtalu í lag við ES áðrenn endan á 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder