Mentan

Boris Johnson: Ukraina eigur at vera vertur fyri Eurovision næsta ár

Hóast EBU hevur boðað frá, at tey nú fara at tosa við BBC um at hava altjóða sangkappingina í Stórabretlandi, heldur bretski forsætisráðharrin, at ukrainar hava uppiborið at verið vertir

Bretski forsætisráðharrin sigur seg halda, at Ukraina kann vera vertur fyri Eurovision, hóast kríggj er í landinum (Savnsmynd)

Bretski forsætisráðharrin sigur seg halda, at Ukraina kann vera vertur fyri Eurovision, hóast kríggj er í landinum (Savnsmynd)

2022-06-19 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð boðað frá, at tað ikki fór at bera til at hava Eurovision sangkappingina í Ukraina næsta ár, hóast landið vann kappingina í mai og harvið eisini vann rættin at vera vertur í 2023.

Orsøkin er, at EBU, sum skipar fyri Eurovision, ikki metir tað vera nóg trygt at hava kappingina í Ukraina orsakað av krígnum.

EBU sigur, at tey nú fara at samráðast við bretska BBC um møguliga at hava kappingina í Stórabretlandi í staðin, av tí at Stórabretland endaði á øðrum plássi í finaluni.

Mentamálaráðharrin í Ukraina hava boðað frá, at tey ikki góðtaka hesa avgerðina, og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson sigur eisini, at kappingin eigur at verða hildin í Ukraina.

Les eisini: Ukraina góðtekur ikki avgerðina hjá EBU

– Ukrainar vunnu Eurovision. Eg veit, at vit høvdu eitt frálíkt umboð, eg veit, at vit gjørdust nummar tvey, og eg hevði elskað at havt kappingina her, sigur bretski forsætisráðharrin sambært The Guardian.

– Men tað er nú so, at tey vunnu, og tey hava uppiborið at vera vertir. Eg trúgvi uppá, at tey kunnu hava tað, og tað haldi eg, at tey eiga at hava. Eg haldi, at Kyiv ella onkur annar tryggur ukrainskur býur hevði verið eitt frálíkt stað at hava tað, sigur Boris Johnson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder