Mentan

Ukraina góðtekur ikki avgerðina hjá EBU

EBU heldur tað ikki vera nóg trygt at hava Eurovision í Ukraina næsta ár, men hetta er ukrainski mentamálaráðharrin ikki samdur í

Bólkurin Kalush Orchestra vann Eurovision fyri Ukraina við sanginum

Bólkurin Kalush Orchestra vann Eurovision fyri Ukraina við sanginum "Stefania". Her signera teir eitt ukrainskt flagg eftir at hava hildið tíðindafund í ukrainska býnum Lviv (Mynd: EPA)

2022-06-18 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði EBU, felagsskapurin, ið skipar fyri Eurovision Song Contest, frá, at sangkappingin ikki kann verða í Ukraina næsta ár, hóast landið í mai vann kappingina og harvið eisini rættin til at vera vertur árið eftir.

Orsøkin er, at EBU ikki metir tað vera nóg trygt at hava kappingina í Ukraina, sum í løtuni er í kríggj við Russland.


Tað var ukrainski bólkurin Kalush Orchestra, sum vann Eurovision við sanginum "Stefania".

EBU, sum sigur seg hava kannað møguleikan at skipa fyri kappingini í Ukraina saman við ukrainska kringvarpinum, UA: PBC, undirstrikar, at Eurovision er ein fløkjaslig sjónvarpsframleiða, sum hevur túsundatals fólk í arbeiði, og krevur tað eitt ár at leggja kappingina til rættis.

EBU fer nú at samráðast við bretska BBC um møguleikan at hava kappingina í Stórabretlandi næsta ár, av tí at Stórabretland gjørdist nummar tvey í Eurovision-finaluni.

Tað var Sam Ryder, sum umboðaði bretar við sanginum "Space Man"

Men sambært Ritzau góðtaka tey í Ukraina ikki hesa avgerðina, og ukrainski mentamálaráðharrin, Oleksandr Tkatjenko sigur, at tey fara at krevja, at avgerðin verður broytt, tí tey halda, at tað fer at bera til hjá Ukraina at skipa fyri Eurovision.

– Vit krevja fleiri samráðingar um at vera vertur fyri Eurovision 2023 í Ukraina.

Les eisini: Hóast stórsigur: Eurovision verður ikki í Ukraina næsta ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder