Uttanlands

Boris Johnson útskrivaður

Eftir at hava ligið á sjúkrahúsi í átta dagar, er bretski forsætisráðharrin nú útskrivaður – tó fer hann ikki aftur til arbeiðis beinanvegin

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson (Savnsmynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson (Savnsmynd: EPA)

2020-04-12 14:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er nú vorðin útskrivaður frá St. Thomas sjúkrahúsinum, har hann hevur ligið í átta dagar.

Hann fekk staðfest koronasmittuna COVID-19 27. mars, og aftaná tíggju dagar við mildum sjúkueyðkennum, varð hann innlagdur 5. apríl. Dagin eftir varð hann fluttur á intensiva deild, har hann lá til hósdagin, og nú er hann so vorðin útskrivaður.

Meðan Boris Johnson hevur verið innlagdur, hevur Dominic Raab, uttanríkismálaráðharri, verið virkandi forsætisráðharri. Hóast hann nú er útskrivaður, fer Boris Johnson ikki aftur til arbeiðis beinanvegin, upplýsir talsfólk fyri tíðindastovuni Reuters.

– Eftir áheitan frá læknunum, fer forsætisráðharrin ikki aftur til arbeiðis beinanvegin. Hann vil fegin takka øllum á St. Thomas sjúkrahúsinum fyri ta frálíku viðgerð, hann hevur fingið, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder