Hann er ímóti russisku krígsførsluni í Ukraina og hevur tosað alment um tað. Hann hevur verið í politikki leingi, og ynskir nú at koppa Vladimir Putin.
Maðurin er Boris Nadezhdin. Hann er upprunaliga úr Usbekistan og hevur havt harðmæltar atfinningar móti verandi stýri og ymiskt í førda politikkinum. Í fjør segði Nadezhdin millum annað, at Russland tørvaði eina nýggja stjórn fyri at støðga krígnum í Ukraina.
Í oktober varð boðað frá, at Boris Nadezhdin fór at stilla til forsetavalið - hetta fyri Civic Initiative.
Til tess at hetta skal vera gjørligt, at neyðugt er at hava nóg mikið av stuðulsundirskriftum, sum síðani skulu góðkennast av sentralu valnevndini í Russland. Nú hevur Nadezhdin kunngjørt, at hann hevur savnað 105.000 stuðulsumsóknir, sum eru nóg mikið.
Næsta fetið er, at teir skulu gjøgnumgangast og góðkennast. Hetta kann gerast trupult, tí millum jól og nýggjár gjørdist greitt, at journalisturin Jekaterina Duntsova ikki slapp framat. Mett varð at "villur vóru" í hennara undirskriftir. Tað eydnaðist heldur ikki at kæra, og spurnartekin hava verið sett við, hvussu vítt fólkaræði í Russlandi røkkir.
Les eisini: Sleppur ikki at stilla upp móti Putin
Nú roynir Boris Nadezhdin seg. Væntað verður tó ikki at hann heilt fær bjóða av; serliga tí at so stórur partur av russiska fólkinum framvegis stuðlar krígsførsluni í Ukraina.
Forsetavalið í Russland verður mitt í mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald