Lýsingagrein

Børkur heldur enn gummi á føroyskum graslíkisvøllum

Ide Møblar veitir umhvørvisvinarligar graslíkisvøllir við lívrunnum tilfari heldur enn gummigranulat. Børkur verður koyrt á vøllirnar

2022-02-10 15:55 Author image
Ide Møblar | Lýsingagrein
placeholder

Tað var eitt stórt frambrot fyri føroyskan fótbólt, tá vit í 1986 veittu fyrsta graslíkisvøllin til Tórshavnar kommunu. Síðan tá, hevur Ide Møblar verið veitari til fleiri enn 10 vøllir, umframt fleiri smærri FIFA sparkivøllir kring alt landið.

Teir fyrstu graslíkisvøllirnir fingu sand lagdan á vøllin, síðani komu vøllirnir við sand- og gummi fyllu, og seinastu nógvu árini er tað gummigranulat sum er lagt á leikvøllirnar. Stóri trupulleikin við hesum er, at gummigranulat frá vøllunum enda í økinum kring vøllirnar, og víðari út í náttúruna, har kanningar staðfesta, at gummigranulat frá graslíkisvøllum er triðstørsta kelda til dálking av mikroplasti í náttúruni.

Men hetta er ein farin tíð. Longu í 2015 fóru vit, saman við DOMO, ið er størsti veitari av graslíki í Evropa, at gera fyrstu royndirnar at kanna aðrar møguleikar fyri at veita graslíkisvøllir og tilfar sum er meira náttúru vinarligt.

Tilfarið komið varð fram til var kork ella børkur, sum er fúnaður viður úr eik. Tilfarið er 100 prosent lívrunnið tilfar, sum ikki gevur frá sær evni sum eru skaðilig fyri heilsuna og umhvørvi, og tað kann endurnýtast 100 prosent. Aðrir fyrimunir við hesum slagi av tilfari er, at børkurin er betri fyri leggir, knø og liðir í kroppinum sum heild, tá runnið verður á graslíki við børki sum fyllu. Harafturat ger børkurin at vøllurin er eins og at leika á einum vanligum grasvølli, og tað frystur ikki eins lætt sum plast og gummigranulat.

Fyrsti graslíkisvøllurin, royndir við børki vórðu gjørdar á, var vøllurin á Hólmanum á Eiði. Hetta var í 2015. Børkur varð latin á eitt avmarkað øki á graslíkinum, og eydnaðist royndin sera væl við at børkin varð verandi á vøllinum.

[object Object]

Fyrsti vøllur har einans børkur varð nýttur, var FIFA sparkivøllurin hjá Eysturkommunu í Leirvík. Hetta var í 2020 og árið eftir, í 2021, vóru Ide Møblar og DOMO veitari til nýtt graslíki á fótbóltsvøllin í Sarpugerði, umframt ein sparkivøll við Kelduna í Skálafirði, við børki sum fyllu á báðum vøllunum.

Umframt at veita 100 prosent lívrunnið tilfar úr børki, sum fyllu á ymisku leikvøllirnar, so er graslíkið eisini framleitt til umstøður og veðurlagið í Føroyum. Vanligt er, at graslíkisvøllir hava 4 cm long strá, men hesir nýggju sum eru framleiddir til føroyskt viðurskifti, hava strá sum er 5,5 cm. Hetta hevur við sær, at vøllurin heldur betri uppá børkin og at livitíðin hjá vøllinum er longri.

[object Object]

Partar av tráðnum sum graslíkið er gjørt úr, er snarað sum ein borur og stendir tí steyrrætt, hin parturin av tráðnum leggur seg niður og heldur uppá børkin, so hann verður verandi liggjandi á vøllinum. Hesin teknikkurin, at snara træðrirnar, hevur eisini tann eginleikan, at grasið rættir seg upp aftur, beint sum trýstið frá einum bólti og/ella fóti fer av. Hetta ger at leikarin fær eitt følilsi av at leika á einum vanligum grasvølli. Aðrir fyrimunir eru, at tað ger tað lættari tá vøllurin skal bustast, og tørvurin at leggja meir tilfar á vøllin verður minni. Hetta minkar alt annað líka somuleiðis um viðlíkahald kostnaðin av at halda vøllin í góðum standi. DOMO hevur patent uppá hesa loysnina.

[object Object]

Royndirnar við hesum vøllum hava verið framúr góðar, og ikki einans fyri umhvørvið. Spælararnir hjá Víkingi eru sera glaðir fyri vøllin, tí teir hava vunnið allar heimadystirnar, uttan tann eina dystin, sum endaði javnt, á tí nýggja vøllinum í Sarpugerði.

Seinnu árini eru fleiri og fleiri kommunur farnar at raðfesta umhvørvi høgt, og er áhugin og eftirspurningurin fyri hesum umhvørvisvinarligu vøllum alsamt vaksandi. Fleiri avtalur eru longu gjørdar um at skifta graslíkið á nøkrum av teimum gomlu vøllunum við granulat, til hesar nýggju og umhvørvisvinarligu vøllirnar við børki. Arbeiðið at skifta fyrstu vøllirnar byrjar í mai 2022, og talan er bæði um stórar vøllir, umframt fleiri FIFA sparkivøllir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder