Innanlands

Børn eiga ikki at gera heimagjørt slím

Børnini kunnu fáa ovurviðkvæmi og eksem

2018-06-27 10:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

At gera slím, sum børnini spæla við, hevur veruliga fingið vind í seglini í seinastuni. Nógv børn eru, sum stuttleika sær við at gera slím og á netinum sæst eisini ymiskt kreativt, sum ein kann gera við heimagjørt slím. Men nú mælir danska Astma- og allergifelagið fólki, og serliga børnum, frá at gera og brúka heimagjørt slím.

Orsøkin er, at heimagjørt slím kann elva til ovurviðkvæmi og eksem, sum kann gerast til sár.

Ofta verður slímið gjørt burturúr eitt nú lími, rakiskúmi, bakipulvuri og linsuvatni. Men lím og skúm er ikki gjørt til at verða nærheindis húð í longri tí, og tí fáa børn eksem, tá tey ganga leingi og spæla við slími.

Serfrøðingar siga eisini, at lím kann innihalda haldevni MI, og fær man allergi av MI einaferð, hevur man tað restina av lívinum.

Av húðambolatoriið á Landsjúkrahúsinum verður sagt, at tey taka undir við tilmælinum hjá danska Umhvørvis og matvørustýrilsinum um einans at nýta vørur, sum lím og rakiskúm til tað tað er tilætlað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder