Mentan

Hin fyrsti kvinnuligi Kristus

"The Testament of Ann Lee" er søgan um kvinnuna, sum í Amerika grundaði kristnu fríkirkjuna, Shaker. Shakers fóru at fata Ann Lee sum hin kvinnuliga Kristus

2026-03-12 13:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Steintóra Gleðisheygg Joensen, sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjald, fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum mikukvøldið, sum hevur heitið "The Testament of Ann Lee". 

Norska Mona Fastvold sigur í "The Testament of Ann Lee" søguna um Ann Lee (1736-1784), sum í Amerika grundaði kristnu fríkirkjuna, Shaker, ið spratt úr ensku kvekara rørsluni. Shakers fóru at fata Ann Lee sum hin kvinnuliga Kristus.

Í filminum er Amanda Seyfried hin viljasterka Ann Lee, ið leiðir Shaker-samfelagið. Tey boða og vilja eitt samfelagsligt rættvísi og javnstøðu millum mann og kvinnu, og greitt er, at hon var høgt í metum millum limirnar í trúarsamfelagnum. 

"The Testament of Ann Lee" lýsir ta pínu og ekstasu, hon tekur á seg at byggja eitt utopia á jørð. Vit hoyra eisini fleiri siðbundnar Shaker-sálmar, ið eru tulkaðir av nýggjum og við koreografi eftir Celia Rowlson-Hall, sum Fastvold hevur arbeitt saman við í leikinum Vox Lux, at finna ein guddómligan inngang til dans ‘recreating a lost form of worship’, sum hon sigur í samrøðu við tíðarritið Marie Claire. Originalir sangir og tónleikur er eisini eftir Oscarvinnaran Daniel Blumberg, sum eisini hoyrdist í filminum "The Brutalist".

Leikstjórin, Fastvold, skrivaði handritið, sum Oscartilnevndi stórfilmurin, "The Brutalist", bygdi á og maður hennara, Brady Corbet, leikstjórnaði. Í hesum føri skriva tey bæði handritið, sum byggir á veruligar hendingar í lívinum hjá Ann Lee.

Filmsfelagið vísir ”The Testament of Ann Le” mikukvøldið 18. mars kl. 20 í Havnar Bio.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder