Felagsskapurin Blái Krossur kemur nú við eini nýggjari tænastum, sum serliga er ætlað børnum og ungum, ið vaksa upp, har rúsur er ein trupulleiki. Talan er um eitt kjatt á heimasíðuni, har tey kunnu tosa ráðgeva uttan at geva seg til kennar.
Tað er átakið “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum veitir hesa dulnevndu ráðgevingina umvegis www.blakross.fo.
- Kjattið er ætlað børnum og ungum, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein trupulleiki. Foreldur og onnur rundan um hesi børn og ung, kunnu tó eisini venda sær til okkara umvegis kjattið. Tey, sum svara á kjattinum, eru starvsfólk og bólkaleiðarar hjá “Øll hava rætt til góð barnaár. Hesi eru m.a. sálarfrøðingar, familjuterapeutar, námsfrøðingar, sigur Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya.
- Vit leggja dent á, at ráðgevingin er dulnevnd og tað merkir, at vit vita ikki hvør skrivar ella hvar viðkomandi er staddur. Onki av tí, sum verður skriva verður goymt hjá okkum. Ynskir ein at gevast, kann man altíð gera tað. Samrøðurnar kunnu vera so langar, sum ein ynskir, innanfyri upplatingartíðirnar á kjattinum. Til ber, at kjatta við okkum um júst tað, sum ein gongur og hugsar um – eisini um tað ikki hevur við rústrupulleikarnar heima at gera, sigur Alisa Hammer.
Kjattið er opið gerandisdagar kl. 10-12 og trý kvøld um vikuna millum 19 og 21, mána-, miku- og hóskvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald