Innanlands

Børn kunnu gott spæla saman - varsemi skal tó vísast

Heilsumálaráðið mælir millum annað til at børn spæla við onnur børn uttanfyri í hesum døgum. Tað minkar um smittuvandan

2020-03-24 17:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsumálaráðið mælir til at børn fylgja nøkrum ráðum, tá børnini spæla við onnur. 

Í Danmark hevur nakað av kjaki verið um, um børn kunnu spæla saman undir verandi tiltøkum móti koronavirusinum.

Í Føroyum er nú víst á nakrar leiðreglur, sum millum annað snúgva seg um við hvønn spælast kann við og hvar. 

Millum annað verður mælt til at børnini spæla við so fá onnur sum gjørligt, og bara eina løtu í senn. Eisini verður mælt til at spæla uttandura, tí hetta minkar um smittuvandan, og ger tað lættari at halda frástøðuna.

Mælt verður millum annað eisini til at halda seg frá spæliplássum, har nógv børn eru.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder