Í dag er 15. mai, og harvið kunnu píkadekk ikki nýtast á flestu bilum frá í dag av.
Hetta minnir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn á í morgun. Píkadekkini skulu av - um tey framvegis eru á, og ein verður steðgaður, so eigur tað í roynd og veru at geva bót.
Løgreglufólk kunnu tó í summum førum slaka og geva ávaringar. Vaktleiðarin vísti í morgun á tvey ítøkilig dømi frá í gjár, har fleiri vórðu støðgaði. Ístaðin fyri at geva bót, tosaðu tey á patrulju við fólk, sum gjørdu ímóti reglunum.
Eitt var fyribils ferðslubrot í Klaksvík. Í løtuni er partur av Stangavegnum á eystara armi - strekkið omanfyri Borg og Kjølbro Heilsølu - einvegis. Hetta er vegna ferðsluarbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald