Hetta vikuskiftið er Summarfestivalur í Klaksvík, og í hesum sambandi vórðu tvær bøtur skrivaðar í nátt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein persónur varð tikin við rúsevnum uppiá sær, men talan var um eina lítla nøgd til egna nýtslu, so tað verður avgreitt við bót.
Ein annar persónur noktaði at fara av festivaløkinum, tá hann varð biðin, og endaði tað við, at hann fekk eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Umframt hetta vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Tann fyrri varð tikin í Norðragøtu klokkan eitt, og tann seinni við Gøtugjógv klokkan fimm. Teir vórðu báðir handtiknir, og blóðroynd varð tikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald