Innanlands

Bøtur fyri at koyra og tosa í telefon

Ferðslukanningar vórðu gjørdar í Eysturoy, Vágum og í Havn í gjár

2020-02-26 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan gjørdi í gjár fleiri kanningar í ferðsluni og nakrar bøtur vórðu skrivaðar út.

Um middagsleitið var ferðsluløgreglan í Eysturoynni fyri at gera kanningar í Gøtu, á Skipanesi, Runavík og Skála.

Seks mál vórðu skrivað, sum øll geva bøtur. Í fimm førum var talan um, at bilførari tosaði í telefon og í einum føri hevði koyrdi førarin uttan at vera spentur í trygdarbelti.

Seinni var líknandi kanning gjørd í Vágum, men har varð ikki komið fram á nakað brot á ferðslulógina.

Í Havn var eisini ein bilførari tikin fyri at tosa í telefon undir koyring, og eisini hann fær bót, verður upplýst av politistøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder