2023-06-02 22:01
Um miðjan apríl læt bowlinghøllin á Hálsi í Havn aftur, eftir 23 ár og felagið fór í sjálvbodna likvidatión.
Men skjótt verður lív aftur í stóra bygninginum á Hálsi. Rúni Djurhuus, Hjalti Hvítklett, Tóki Skeel Nolsøe og Ingi Joensen hava yvirtikið inventarið hjá gomlu bowlinghøllini, og 1. juli er ætlanin at lata upp aftur.
Hetta veit midlar.fo í dag.
Afturat bowling, verður eitt spæliland eisini gjørt, og eftir ætlan klárt fyrst í komandi ári. Nýggju eigararnir yvirtaka ein part av bygninginum afturat, so pláss verður fyri spælilandi og bowlinghøll, skrivar midlar.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald