Síðan 8. oktober 2020 hevur Leiklistafylkingin 2020 boykotta Tjóðpall Føroya, men nú er boykottið av, verður boðað frá.
Grundgevingarnar fyri boykottinum vóru eitt nú stjórasetanin á Tjóðpalli Føroya.
- Tað er grundleggjandi skeivt og fakliga óforsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í samanlagt 20 ár - sama hvør persónurin er, ljóðaði.
- Leiklistafylkingin 2020 hevur nú í skjótt fýra ár gjørt støðu sína heilt greiða. Enn er einki stig tikið til, at bøta um undirliggjandi orsøkirnar til trupulleikarnar handan omanfyristandandi atfinningar.
Leiklistafylkingin 2020 hevur á fundi tann 15. desembur 2023 viðgjørt støðuna. Úrskururin er tann, at sum støðan er nú, kemst ikki longur við at boykotta. Her stendur fast. Leiklistafylkingin 2020 vil fegin gera sítt til at tað loysnar og kemst víðari. Tí avlýsur hon boykottið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald