2024-07-24 15:21
Orsakað av einum breki á einum berileiði í bakborðs skrúvuaksli er neyðugt at taka Smyril úr sigling, tá ið hann kemur á Havnina kl 19:30 hóskvøldið 25. juli.
Umvælingin fer í gongd beinanvegin, og arbeitt verður alla náttina. Tí verða túrarnir kl. 21.15 av Havnini hóskvøldið og kl. 07:00 fríggjamorgun av Krambatanga, ikki sigldir.
Ferðafólk, ið hava bílagt ferðaseðil til hesir túrar, mugu tí broyta ella bíleggja nýggjan ferðaseðil til aðra fráferð. Gongur sum ætlað, verður fyrsti túrur eftir umvælingina fríggjadagin kl 13:00 av Havnini.
Strandfaraskip Landsins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald