Tað ljóðaði annars sum um, at tað næstan skuldi vera ein eyka feria hjá teimum, sum vórðu sett í sóttarhald á Hotel Vágum. At tey einki skuldu mangla, og at tey yvirhøvur skuldu hava tað gott sum gjørligt.
Men so er ikki. Í hvussu so er ikki hjá persóninum, sum í dag letur hoyra frá sær, og hevur latið Portalinum eitt skriv, har viðkomandi sigur frá hvussu tað er at sita avbyrgdur handan myrkalegningsgardinur á einum kamari á Hotel Vágum.
Orsøkin til at svørtu gardinurnar eru fyri vindeygað er, at tað javnan støðga bilar uttanfyri og taka myndir, greiðir persónurin frá.
Corona-fólkini
Fleiri ting eru, sum undra. Eitt nú er eingin, sum spyr hvussu tey avbyrgdu hava tað.
- Eg havi tað ikki gott við at sita avbyrgd/ur, men ongin hevur bjóðað mær sálarhjálp, skrivar persónurin millum annað.
Einasta samband, ið viðkomandi hevur við heilsuverkið er, at lækni ringir av og á og spyr eftir, um tey hava sjúkueyðkenni.
Og á matinum, sum verður settur uttan fyri kamarshurðina, stendur ”Hetta er til corona fólkini”. Hví skulu tey stemplast sum corona fólk?
Onki spritt
Persónurin, ið hevur skrivað til Portalin, undrast eisini yvir, at ongin møguleiki er fyri at spritta hendurnar á hotellinum.
- Vit sleppa út at ganga tvær ferð ein hálvan tíma um dagin, men vit skulu ganga gjøgnum somu hurð, sum smittaði persónurin, ið eisini situr avbyrgdur her. Men vit hava ikki møguleika at spritta hendurnar. Vit eru heldur ikki kannað av lækna síðan vit komu her, bert eftirspurd umvegis telefon, sigur viðkomandi, sum ikki ynskir at almenningurin skal fáa at vita hvør viðkomandi er, ikki eingang um talan er um mann- ella konufólk.
Vit endurgeva brævið herundir í fullum líki:
Men nú kann tað vera nokk!
Eg vil byrja við at siga, at eg bara kann úttala meg fyri meg sjálva/n. Hetta er 6 dagur hjá mær á Hotel Vágar, har eg var avbyrgd/ur heima við hús og seinni á Eiðragarði, eina nátt, áðrenn eg fekk boðini um at eg skuldi koma her. Men eitt ið eg undrist á er, hví alt gongur so seint fyri seg? Gottnokk er tað komi í rætta lag at vit sleppa út at røra okkum í 1 tíma um dagin, men hví fáa vit ikki sálarhjálp?
Og hví fáa vit ikki spritt?? Tá ein smittaður persónur er her á hotellinum, ið býr á somu gongd og brúkar somu hurð sum vit øll!
Vit komu 7 fólk á Hotel Vágar hósdagin í síðstu viku, í dag eru vit 10 avbyrgd fólk her.
Kringvarp Føroya gjørdi eina samrøðu í síðstu viku, har bleiv tað millum annað sagt, at vit skulu fáa tey neyðugu tingini, ið vit hava brúk fyri. Og at læknar skulu tryggja, at vit hava tað gott og halda eyguni væl og virðilgani við okkum, tí at vit skulu hava tað gott uppá allar mátar.
Hetta fekk meg at hugsa, ja eg bleiv uppringd/ur fríggjakvøldið, har eg fekk at vita, at ein skipan verður sett ígongd, har vit fara at blíva uppringd hvønn dag, fyri at vita um vit mangla nakað. Men eingin hevur ringt til mín, fyri at vita um eg mangli nakað.
Tað eru 4 læknar, ið hava ringt av og á, men tað er bert fyri at kanna umstøðurnar á hotellinum og fyri at vita, um eg havi fingið nakað sjúkueyðkenni, men eingin spyr meg um hvussu eg havi tað við at sita í einum kamari, har eg nærum má sita við gardinunum fyri vindeyguni, tí at fólk koyra øðrindaleys oman á hotellið, steðga uppi á landsvegnum og taka myndir.
Eg kann vera heilt erlig/ur og siga, at eg ikki havi tað gott við at sita innisperrað/ur! Men eingin hevur bjóða mær sálarhjálp! Og sigast skal, at eg ikki sleppi út fyrenn týsdagin í komandi viku! Hetta meti eg als ikki er gott nokk, at koyra fólk í isolatión og ikki geva teimum nakra hjálp!
Í dag, tá vit fingu døgurða, tá stóð á etikettini, Hetta er til Corona fólkini. Hví skulu vit “frísku” her á hotellinum stemplast fyri corona, tá vit “bara” sita avbyrgd!
At enda vil eg siga, at vit eru “sleppt uppá fjall” og at hetta hevur einki við starvsfólkini her á Hotel Vágar ella kommunulæknan hjá mær at gera, tey eru fitt og blíð ímóti mær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald