2020-03-05 10:58
Nýggur deildarleiðari er settur á maritimu útbúgvingarstøðini Sjónám í Klaksvík.
Brandur í Funningsstovu tekur við starvinum í næstu viku, boðar Sjónám frá í tíðindaskrivi í dag.
Brandur tók skipsføraraprógv frá Marstal Navigationskole í 2010 og bachelor-prógv í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2019. Hann hevur siglt sum yvirmaður í frálandavinnuni í 10 ár.
Deildarleiðarin hevur fyrst og fremst ábyrgdina av skipara- og skipaatstøðaraútbúgvingin og tí martima skeiðsvirkseminum á Sjónámi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald