Nú løgtingið er farið undir tingsetuna er greitt, at har verða nakrir nuverandi borgarstjórar, sum koma at sita.
Tað er framvegis ógreitt, hvussu verður við Kristin Michelsen, ið ynksir at røkja borgarstjórasessin á Tvøroyri og tingsessin fyri Sjálvstýri.
Les eisini: Meirilutin í býráðnum vil ikki loyva Kristin í løgtingið
Fólkaflokkurin fekk trý landstýrisfólk: Jørgen Niclassen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard. Harvið koma tey frá nummar 9 til 11 á listanum inn, og har er talan um tríggar borgarstjórar.
Annika Olsen hevur tó ætlanir um at bert at røkja brogarstjórasessin í Tòrshavnar Kommunu fram til november komandi ár, tá kommunuval er aftur.
Heðin Zachariasen í Sunda kommunu ætlar, sambært Kringvarpinum, at spyrja limirnar í býráðnum, um hann kann røkja báðar sessirnar. Hann stillat ikki uppaftur til kommunuvalið komandi ár.
Brandur Sandoy váttaði fyri Kringvarpinum í dag, at hann fer at leggja frá sær sum borgarstjóri í Sandoyar Kommunu og harvið bert sita í Løgtinginum. Brandur Sandoy hevur 26. oktober tíggju ára-dag í borgarstjórasessinum, og eftir hetta fer hann úr sessinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald