Innanlands

Brasil: Ákæruvaldið kannar skógareldarnar

Regnskógur hvørvir hvønn minutt í Amazonas, og nú skal málið kannast nærri

(Mynd: Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ritzau Scanpix)

2019-08-23 08:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ákærar í Brasil fara nú at kanna økta talið av skógareldum og skógartýningina í Amazonas. Hetta upplýsir skrivstovan hjá ákæruvaldinum í brasilianska statinum Pará, sambært Reuters. 

Tað er í vikuni komið fram, at Amazonas brennir áhaldandi og meira enn nakrantíð. Áleið 73.000 skógareldar hava verið í heimsins størsta regnskógi í ár; ein rúgva av teimum eru ásettir, og sambært miðlum er hetta eggja til og stuðla av forsetanum, Jair Bolsonaro, ið nú er komin undir trýst.

Les eisini: Heimsins størsti regnskógur brennur meira og meira 

Ákæruvaldið í Pará skal kanna, um tað hevur verið avmarkað eftirlit við Amazonas, og um tað hevur verið gjørt nóg mikið har fyri at verja umhvørvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder