placeholder
Uttanlands

Brasil: Talið á skrásettum tilburðum nú komið uppá tríggjar milliónir

Eisini hevur landið nú skrásett fleiri enn 100.000 andlát í sambandi við korona

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro sigur, at fólk ikki eiga at óttast korona (Mynd: EPA)

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro sigur, at fólk ikki eiga at óttast korona (Mynd: EPA)

2020-08-09 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin kom talið á skrásettum tilburðum í Brasil upp á tríggjar mió., samstundis sum talið á ándlátum fór uppum 100.000, eftir at 905 andlát vórðu løgd afturat í gjár, sambært brasilska heilsumálaráðnum.

Brasil er millum tey londini í heiminum, sum hava skrásett flest andlát og smittutilburðir. Tað er bert USA, sum hevur skrásett fleiri.

Sambært worldometers.info eru 5,1 mió. tilburðir og 165.000 andlát skrásett í USA.

Fríggjadagin vísti ein uppgerð frá tíðindastovuni AFP, at Latínamerika og Karibia nú var at rokna sum harðast rakta økið, tá hugt var at talinum á andlátum, skrivar Ritzau.

Carissa Etienne, leiðari av heilsustovninum Pan American Health Organization hevur ávarað um, at virusið spjaðir seg stigvíst í nógvum latínamerikonskum økjum.

– Her er eingin ivi um, at okkara øki er vorðið miðdepilin í hesari farsóttini, sigur hon.

Ein teirra, ið hevur fingið staðfest koronasmittuna í Brasil er forsetin, Jair Bolsonaro, sum í endanum av juli varð staðfestur frískur aftur. Hann hevur síðani brúkt seg sjálvan sum dømi um, hví ein ikki eigur at óttast korona.

– Eg visti, at eg fór at fáa smittuna ein dagin, og tað haldi eg, at øll onnur eisini fáa einaferð. Hvat eru tit bangin fyri? segði hann við tíðindafólk, tá hann vitjaði í Rio Grande do Sul 31. juli.

Les eisini: – Fólk eiga ikki at óttast korona

Bolsonaro hevur áður samanborið virusið við "eitt lítið forkølilsi", og hevur hann í fleiri førum noktað at fylgt tilmælunum um frástøðu. Forsetin hevur eisini verið fyri nógvum atfinningum fyri handfaring hansara av støðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder