placeholder
Innanlands

Brek á Sundsverkinum orsøk til streymslitið

Sev roknar við, at øll hava fingið streymin aftur innan klokkan seks

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-02-12 17:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var eitt brek á einum motori á Sundsverkinum, sum er orsøk til, at so at siga alt meginøkið hjá Sev hevur ligið í streymloysi síðan hálvgun fimm-tíðina.

Eirikur Norðberg, vakthavandi hjá Sev segði fyri Kringvarpinum fyri løtu síðani, at tey nú hava lokaliserað brekið á Sundi, og eru spakuliga farin at starta netið uppaftur.

At byrja við var tað bert norðari partur av Eysturoynni, økið kring Eiðisverkið, sum hevði fingið streymin aftur, men Sev roknar við, at øll hava fingið streymin aftur áðrenn klokkan seks.

Dagføring 17:35: Streymurin er nú aftur í Norðoyggjum, Sandoynni og pørtum av Suðurstreymoy. Væntandi hava øll streym aftur um umleið 20 minuttir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder