2020-04-21 09:08
Tvær av vindmyllunum í Neshaga og ein vindmylla í Húsahaga standa stillar í løtuni vegna tekniskt brek. Tað skrivar Sev á heimasíðu síni.
Teknikarar hava kannað myllurnar og staðfest, at generatorfeilur er á hesum trimum myllunum, og at allarhelst verður neyðugt at fáa serfrøðingar hjá Enercon til at umvæla myllurnar.
- Í løtuni er óvist, nær tað fer at bera til at fáa hesar serfrøðingar til landið at umvæla myllurnar, tí serfrøðingarnir hava trupult við at ferðast um landamørk, orsakað av koronatiltøkum, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald