Leygarkvøldið brendu mótmælisfólk eitt svenskt flagg frammanfyri svenska konsulátinum í turkiska býnum Istanbul. Talan var um eitt aftursvar til eitt mótmæli, sum var í svenska høvuðsstaðnum sama dag.
Tað hevur skapt øsing í Turkalandi, at Rasmus Paludan, leiðari í høgravíðgongda flokkinum í Danmark, Stram Kurs, fekk loyvi at brenna eina koran frammanfyri turkisku sendistovuni í Stockholm fyri at varpa ljós á talufrælsi.
Fleiri politikarar í Turkalandi fordømdu ætlanina hjá Paludan, og heittu teir á myndugleikar í Svøríki um at steðga tí.
Samært Ritzau hava fleiri onnur muslimsk lond eisini víst sína ónøgd. M.a. Indonesia, Marokko, Saudiarabia, og Sameindu Arabisku Emiratini.
Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson segði leygarkvøldið soleiðis um málið:
– Talufrælsi er ein grundleggjandi partur av fólkaræðinum. Men tað, sum er lógligt er ikki neyðturviliga hóskandi. At brenna bøkur, sum fyri mong eru heilagar, er sera virðingarleyst. Eg vil gjarna vísa samhuga við øllum muslimum, sum eru vorðin stoytt av tí, sum er hent í Stockholm í dag.
Seinni í vikuni skuldi svenski verjumálaráðharrin hava verið á vitjan í Turkalandi, har hann skuldi hitta turkiska verjumálaráðharran, men leygardagin varð boðað frá, at Turkaland hevði avlýst vitjanina orsakað av ætlaða mótmælinum hjá Paludan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald