Smittan breiðir seg alsamt meira. Coronavirusi varð í gjár lýst at verða ein heilsukreppa av heimsheilsustovninum WHO, og lond royna at fáa sínar ríkisborgarar úr Wuhan og økinum kring milliónbýin, har sjúkan byrjaði og av álvara ger um seg.
Í gjár vórðu 200 amrikanarar fluttir úr økinum, og í nátt fór eitt serligt flogfar avstað við 83 bretum, 23 spaniólum og fýra danskarum. Londini hava kastað sama fyri at fáa sínar borgarar heim, tí tað er trupult at koma burtur úr Hubei-landslutinum, har Wuhan er høvuðsstaður.
British Airways, SAS og nógv onnur flogfeløg kring heimin flúgva nú ikki til Kina sum heild, og nú ávara tey flestu londini sínar borgarar um at ferðast til Kina. Tað verður mælt fullkomilga frá, at ferðast til Hubei-landslutin og til dømis Týskland og USA mæla til, at tað bert eru teir heilt neyðugu túrarnir, ið sínir ríkisborgarar fara til heimsins mest fólkaríka land. Í fráboðan skriva amerikanskir mynduleikar, at tað kann gerast sera trupult at sleppa úr landinum og mælir amerikanarum, sum eru í Kina og skulu heim, at gera tað skjótast gjørligt.
Flogfarið við bretum, spaniólum og dønum hevur bretska uttantíkisráðið syrgt fyri. Tað lendir eftir ætlan á einum hernaðarbasa í Onglandi seinnapartin. Síðani fer tað víðari til Spania, og síðani til Danmarkar. Umborð verða øll kannaði, og tað verða tey eisini, tá tey lenda. Næstu dagarnr skulu eftir ætlan fleiri danir og onnur flytast burtur úr økinum í Kina.
Í nátt var talið á deyðum í Kina komið upp á 212. Yvir 9700 fólk í Kina eru smittaði við Corona. Upp ímóti 100 fólk í 18 ymiskum londum eru eisini smittaði.
Kelda: tv2.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald