Bretska drotningin, Elizabeth hevur kallað kongafamiljuna inn til fund mánadagin, har framtíðarleikluturin hjá Harry prinsi og konu hansara, Meghan skal umrøðast.
Tað skriva fleiri bretskir miðlar sambært Ritzau.
Hesi fundarboðini koma, eftir at Harry prinsur og Meghan hava boðað frá, at tey ikki longur ynskja at vera framtraðkandi limir av kongshúsinum.
Á fundinum vera m.o. Charles prinsur og William prinsur. Meghan verður ikki við, av tí at hon er farin til Kanada at vera saman við soninum, Archie.
Boðini , at Harry og Meghan ynsktu at hava ein minni leiklut í bretska kongshúsinum og at deila tíðina hjá sær millum Norðuramerika og Stórabretland kom óvart á øll – eisini restina av kongshúsinum.
Sambært BBC eru tey í bretska kongshúsinum sera kedd um tíðindini.
Les eisini: Madam Tussauds flutt Meghan og Harry burtur frá kongafamiljuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald