Uttanlands

Bretska kongshúsið: Harry og Meghan koma ikki aftur

– Øll harmast um avgerðina hjá Harry og Meghan, sum framvegis eru ein elskaður partur av familjuni, sigur bretska kongshúsið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-02-20 16:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hertogin og hertogafrúan av Sussex, Harry og Meghan, hava nú gjørt greitt, at tey vera ikki aftur at síggja sum framtraðkandi limir av bretska kongshúsinum.

Hetta merkir, at tær skyldurnar, sum parið hevur havt, m.a. sum verjar hjá ymsum felagsskapum, og hjá herinum, nú skulu býtast millum restina av familjulimunum.

Bretska kongshúsið ger í tíðindaskrivi greitt, at tað ikki er við gleði, at mann kemur við hesari fráboðanini, og at øll harmast um avgerðina hjá Harry og Meghan, sum framvegis eru ein elskaður partur av familjuni.

Áður varð annars boðað frá, at Harry og Meghan skuldu sleppa at royna nýggju umstøðurnar í 12 mánaðir. Tað var í fjør, at tey boðaðu frá, at tey fóru at gevast, og nú er endaliga avgerðin tikin. Parið flutti síðani til Kanada, og nú búgva tey í Los Angeles í amerikanska statinum Kalifornia.

Sambært BBC hevur Harry prinsur umrøtt støðuna við restina av familjuni, og hann og omma hansara, Elizabeth drotning, eru vorðin samd um, at tað ikki ber til hjá teimum framvegis at taka sær av kongaligu skyldunum.

Harry, sum varð føddur sum prinsur, sleppur tó framvegis at varðveita hetta heitið.

Talsfólk hjá Harry og Meghan sigur, at hóast tey ikki longur hava ein formligan leiklut í teimum felagsskapunum, sum tey áður hava stuðlað sum partur av kongshúsinum, ætla tey framvegis at stuðla hesum.

Les eisini: Harry og Meghan skulu hava eitt barn afturat

placeholder
placeholder