Uttanlands

Harry og Meghan skulu hava eitt barn afturat

Hertogin og hertogafrúan av Sussex avdúka, at Meghan er við barn aftur

Meghan og Harry prinsur (Mynd: EPA)

Meghan og Harry prinsur (Mynd: EPA)

2021-02-15 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hertogin og hertogafrúan av Sussex, Harry og Meghan skulu skjótt hava eitt barn afturat. Hetta váttar eitt talsfólk hjá parinum sambært The Guardian.

Harry og Meghan hava frammanundan sonin Archie, sum fyllir tvey ár í vár.

Hetta er triðju ferð, at hertogafrúan er við barn. Í november avdúkaði Meghan nevniliga, at hon misti eitt barn í fjørsummar.

Les eisini: Harry og Meghan mistu eitt barn í summar

Sambært talsfólk teirra, fegnast Harry og Meghan um nýggja barnið, og av Buckingham Palace verður eisini sagt, at Elizabeth drotning, Philip prinsur og Charles prinsur eru ovurfegin um tíðindini.

Barnið verður fimta abbabarnið hjá Charles prinsi og nummar átta í bretsku arvafylgjuni, tí hóast Harry og Meghan valdu at gevast sum framtraðkandi limir í bretska kongshúsinum, so eru hann og børn hansara ikki koyrd úr arvafylgjuni. Harry prinsur er nummar seks í røðini.

Harry, Meghan og Archie búgva í løtuni í Montecito í amerikanska statinum Kalifornia. Parið flutti úr Onglandi í fjør.

[object Object]Harry og Meghan hava almannakunngjørt hesa myndina, har tað týðiliga sæst, at Meghan er við barn (Mynd: Misan Harriman)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder