2019-01-20 11:14
Bretska løgreglan ávarar Philip prins móti at koyra uttan trygdarbelti.
97 ára gamli maðurin hjá Elizabeth drotning var aftur at síggja handan róðrið bert tveir dagar eftir, at hann hevði verið í ógvusligum ferðsluóhappi, har bilur hansara koppaði á liðina. Sjálvur fekk prinsurin ikki nakran skaða, men hann varð sera skelkaður aftaná.
Myndir, sum síggjast í fleiri bretskum miðlum í dag vísa, at hann koyrir uttan trygdarbelti. Bretska løgreglan sigur, sambært DR, at tey hava givið honum hóskandi ráð.
Í Bretlandi hevur málið eisini elvt til kjak um, hvørt og nær eldri fólk eiga at missa koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald