Uttanlands

Bretska løgreglan: Parið útsett fyri stórum nøgdum av eitri

Bretska løgreglan heldur, at samband er millum morðroyndina á njósnaran Skripal og parið, sum fekk eitur á seg 30. juni

Neil Basu, leiðari á yvirgangsdeildini hjá bretsku løgregluni (Mynd: EPA)

Neil Basu, leiðari á yvirgangsdeildini hjá bretsku løgregluni (Mynd: EPA)

2018-07-10 13:18 Author image
Oda Strøm
placeholder

Fysiska reaktiónin hjá bretska parinum, sum fingu eitur á seg 30. juni, er so mikið ógvuslig, at talan má vera um eina stóra nøgd av eitri.

Tað segði bretska løgreglan á tíðindafundi dagin eftir, at 44 ára gamla kvinnan frá Amesbury, Dawn Sturgess, doyði sunnukvøldið, skrivar DR.

45 ára gamli maðurin hjá kvinnuni, Charlie Rowley, varð eisini eitraður av nervagassinum Novichok, og støðan hjá honum er sum skilst hættislig. 

Bretska løgreglan heldur, at samband er millum morðroyndina á fyrrverandi njósnaran Skripal og dóttrina í mars, og so hetta parið, sum fekk eitur á seg eini 15 kilometrar frá Salisbury, har Skripal og dóttirin vórðu eitrað. Skripal og dóttirin yvirlivdu tó bæði. 

Tað er enn ógreitt, hvussu Dawn Sturgess og Charlie Rowley komu í samband við eiturevnið, men bretska løgreglan kannar tað sum eitt dráp.

Stórabretland vil vera við, at tað var russiska stjórnin, sum stóð aftanfyri Novichok-drápsroyndina á Skripal og dóttrina. Russland noktar tó nakran leiklut í málinum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder