Innanlands

Video: Nýggja staklagið og sjónbandalagið hjá Eivør

Healer er føroyskt framleitt og byrjanin uppá eitt nýtt tíðarskeið á tónlistaligu ferð hennara. Tað kann hoyrast í Norðurlandahúsinum 17. oktober - og her

2026-04-29 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað hevði nógv at siga fyri meg at sjónbandalagið bleiv filmað í Føroyum, og vit eiga so ótrúliga nógv dugnalig fólk her heima ið hava verið við til at skapað hetta sjónbandalagið við mær. 

Hetta sigur Eivør Pálsdóttir um nýggja sjónbandalag hennara. Tað er við nýggja staklagnum "Healer", sum songkvinnan í skrivi í dag skýrir "byrjanin uppá eitt nýtt tíðarskeið á hennara tónlistaligu ferð".

Hoyr Healer niðast ella á Youtube-síðuni hjá Eivør

Ein føroysk verkætlan - í Norðurlandahúsinum í oktober

Tað er Katrin Joensen-Næs, sum hevur leikstjórnað sjónbandalagið hjá Eivør. Maibritt Marjunardóttir, ið hevur sniðgivið nógvar av pallbúnunum hjá Eivør seinastu árini, hevur skapt pallmynd og búnar til sjónbandalagið, ið er filmað í Føroyum í samstarvi við føroyska filmstoymið Outlier Projects. 

- Tað var ein sonn gleði at sleppa at arbeiða saman við Katrin aftur. Eg var so glað fyri okkara seinasta samstarv og hevði eitt brennandi ynski um at sleppa at arbeiða saman við henni aftur. Vit hittust ofta og brainstormaðu saman og funnu inn til ein myndaheim, ið lýsir lívsins ringrás. Tað, ið følnar og aftur blómar. Tíðin, ið aftur og aftur lekir okkara sár og fær okkum at vaksa okkum sterkari.

- Maibritt, ið er ein stórur partur av øllum mínum visuella heimi, kom eisini inn í myndina nokk so skjótt við sínum kreativa íkasti, og hetta hevur veruliga verið eitt dreyma samstarv uppá allar mátar. Tað er so spennandi og gevandi tá ið listagreinar møtast og ganga upp i eina hægri eind.  Í hesum føri - Filmslist, klædnasniðgeving, rørsla og tónleikur.  Og so hevur tað verið fantastiskt at sleppa at samstarva við aðrar kvinnur, sum brenna líka nógv fyri listini sum eg, sigur Eivør.

43 konsertir vera í kjalarvørrinum av komandi útgávu Eivørs, ið kemur út í heyst, og tann fyrsta í røðini hjá stóru føroysku songkvinnuni verður í Føroyum: Ein konsert í Norðurlandahúsinum 17. oktober.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder