Í dag verður framvegis leitað eftir seks fólkum, sum eru saknað út fyri norðursisiliansku strondini eftir at ein marglætisjátt varð rakt av eini meldurglæðu í gjár.
22 fólk vóru umborð á játtini, harav manningin taldi 10. Í gjár vórðu 15 fólk bjargað í land og ein varð funnin druknaður.
Millum tey saknaðu er bretski milliardingurin, Mike Lynch og 18 ára gamla dóttir hansara, Hannah. Mike Lynch hevur vunnið sær stórt ríkidømi upp á teldutøkni, og hevur í bretskum miðlum stundum verið róptur ‘hin bretski Bill Gates’.
Kona hansara var millum teirra, sum vóru bjargað í land í gjár.
Ein annar av teimum saknaðu er altjóða stjórin fyri amerikanska Morgan Stanley bankan, Jonathan Bloomer og kona hansara, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald