2020-06-04 09:16
Bretski handilsmálaráðharrin, Alok Sharma, hevur fingið staðfest covid-19 sjúku.
Hetta hendir, eftir at ráðharrin heilt týðuliga var sjúkur í bretska tjóðartinginum í gjár, skrivar CNN.
Upptøkur hjá The Guardian frá undirhúsinum í gjár vísa Alok Sharma sveittandi meðan hann fleiri ferðir mátti turka andlitið við lummaturriklæði.
- Ráðharrin kendi seg illa meðan hann var í Undirhúsinum, og lat seg tí kanna fyri koronavirus, eins og leiðreglurnar siga, og fór síðan til hús, sigur miðlatalsfólk hjá handilsmálaráðnum.
Ráðharrin er nú farin í sóttarhald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald