Tað er drama í Bretlandi, har tað er ógvuliga ivasamt, hvat fer at henda viðvíkjandi Brexit. Ein vika er til ásettu dagfestingina, men nú bendir nógv á, at tað aftur verður úrsett.
Les meira: Skilnaðaravtalan góðkent - tíðarætlan vrakað
Í gjár høvdu tey 27 ES-londini, fyriuttan Bretland, fund um støðuna. Kringvarpið skirvar, at sambært keldum í Brússel, fer tað at taka langa tíð at samtykkja tær lógir, sum skulu koma í gildi í Bretlandi, tá landið fer úr ES.
Hetta ger fløkjuna heldur trupla at loysa, og tí fær Bretland heldur væl longri freist. Sambært DR, er ES-forsetin, Donald Tusk, jaligur, og mælir hann til, at hini limalondini taka undir við at leingja freistina fyri brexit til 31. januar 2020. Hetta er tað sum Boris Johnson hevur biðið um í brævi til ES. Endalig avgerð um at leingja freistina verður tikin á fundi í ES morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald