Mentan

Brim spælir Beatles í Tjaldinum

Bólkur, sum skal spæla á Beatles-viku í Liverpool í næstum, spælir á Summar Festivalinum í kvøld

2023-08-04 18:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tónleikabólkurin Brim úr Vestmanna tulkar sangir hjá The Beatles á Summar Festivalinum í kvøld.

Í fjør vóru teir bodnir at vera við á serligu Beatles vikuni í Liverpool, og teirra framførsla var so góð, at fyrireikararnir hava biðið teir koma aftur í ár. Tað verður í næstum.

Brim fer at hava líknandi framførslu í Tjaldinum, sum teir fara at hava í Liverpool um nakrar vikur. Hetta verður ein heilt serlig løta á festivalinum, har mætasti poppbólkurin í søguni verður heiðraður.

Brim fer eitt nú at spæla sangir sum "Can't Buy Me Love", "Rock 'n Roll Music", "Don't Let Me Down", "A Hard Day's Night", "All my Loving" og "Paperback Writer".

Brim spælir í Tjaldinum í kvøld kl. 19:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder