Innanlands

Brimgarðurin minkaður enn meira í dag

Sær ikki tespiligt út í Hvalba

(Mynd: Claus Olsen)

(Mynd: Claus Olsen)

2020-03-02 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eystanstormurin um vikuskiftið og í dag er farin illa við brimgarðinum í Hvalba.

Leygarkvøldið fór stórur partur av grótkastinum, og nú er uppaftur meira skolað burtur av nógva brimganginum í dag.

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu og Jóhan Eli Poulsen, tinglimur í Hvalba, heittu í almennum skrivi í gjár um landið um hjálpandi hond. Kommunan megnar ikki sjálv at bera kostnaðin av at gera grótkastið í stand aftur um tað skal vera pláss fyri øðrum á fíggjarlógini.

Les eisini: Hvalbiarsókn er í undantaksstøðu

Myndirnar niðanfyri tók Claus Olsen klokkan 17 seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder