2023-02-17 22:05
Eingin føroyingur er við í X Factor liveshows í ár, men tá luttakaranir fyri fyrstu ferð fóru á pallin í kvøld, var Føroyar kortini við.
Nambahlou sang lagið “Call It What You Want” hjá Brimheim.
Brimheim er Helena Heinesen Rebensdorff, og er dóttir Elina Brimheim Heinesen. Hon hevur veruliga gjørt um seg í danska tónleikaheiminum síðsta arið.
- Hetta er ein sangur hjá danskt/føroysku Brimheim, sum er púra vill. Tjekkið hana út. Hon er virkuliga góð, segði Kwamie Liv tá tað aftaná var kjakast um sangvalið.
Niðanfyri hoyrist útgávan hjá Brimheim:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald