Mentan

Brot úr heilsusøgu Føroya í Müllers Pakkhúsi

Hendan framsýningin er sett upp í samband við, at tað nú eru 90 ár síðani, at Tjóðskjalasavnið byrjaði sítt virksemi. Sjóneykan er sett á trý evni: Farsóttir, barnsburðir og reinføri. Hátíðarhald var í gjár, og framsýningin letur aftur leygardagin klokkan 17

2022-10-05 17:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við, at tað eru 90 ár síðani Tjóðskjalasavnið byrjaði sítt virksemi, er framsýning í Müllers Pakkúsi í Havn, ið kallast “Brot úr heilsusøgu Føroya”. Í gjár var hátíðarhald í hesum sambandi.

Víst verða fram nøkur útvald skjøl, sum verða varðveitt á goymslum Tjóðskjalasavnsins, og sum hava við heilsu at gera í tíðarskeiðnum frá byrjanini av 1800talinum, til byrjanina av 1900talinum.

Fokus er sett á trý evni, farsóttir, við serligum denti á meslingafarsóttina 1846, barnsburðir og barndómur, við serligum denti á 1800-talið, og reinføri, við serligum denti á myndugleikatiltøk síðst í 1800-talinum og fyrst í 1900-talinum

Framsýningin vísur á týdningin, sum skjøl hava, tá vit skulu siga frá hendingum ella søguligum viðurskiftum. Uttan skjøl, høvdu frásagnirnar fyrst og fremst grundað seg á mytur, heldur enn á fakta.

Sámal Tróndur Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, beyð vælkomin, og Beinta Løwe Jacobsen, forkvinna í løgtingsins mentanarnevnd, segði nøkur orð um týdningin av savninum.

Jan Rasmussen, PhD og serlækni á Landssjúkrahúsinum, helt áhugaverdan fyrilestur um, hvussu heilsuskjøl kunnu brúkast til uppsporing av sjúku og sjúkueyðkennum, og harvið eisini til fyribyrging. T.d. um hvussu gátan um CTD í Føroyum varð loyst.

[object Object]

[object Object]

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti á týdningin av kirkjubókunum fyri søguligu granskingina, og týdningin av heilsuligari gransking fyri ílegugransking og ættarbandsskránna.

Hann metti tað ógvuliga tíðarhóskandi at seta sjóneykuna á trý altíð aktuell evni: Farsóttir, barnsburðir og reinføri, og vísti á, hvussu stóran týdning tað hevur at varðveita persónsupplýsingar.

Hann rundaði annars av við at ynskja okkum øllum somlum hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum hjá Tjóðskjalasavninum.

Framsýningin er opin til og við leygardagin 8. oktober og er opin allar dagarnar frá kl 09 til 17.

Fleiri myndir kunnu síggjast á torshavn.fo

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder