Tey, sum ikki fingu høvi at uppliva amerikanska rokkaran, Bruce Springsteen, tá hann vitjaði í Evropa í summar, fáa enn ein møguleika komandi ár.
Í dag varð boðað frá, at Bruce kemur aftur til Evropa næsta summar. Og millum konsertirnar við Bruce Springsteen og hansara orkestri, The E Street Band, verður ein í Odense 9. juli næsta ár.
Konsertin verður á einum øki, ið júst er víðkað til at handa størri konsertir, nevniliga Dyrskuepladsen. Hesum boðar Odense kommune frá í dag.
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast gjøgnum Live Nation, og latið verður upp fyri atgongumerkjasøluni hósdagin 2. november klokkan 9 føroyska tíð.
Sambært Bruce Springsteen á X, byrjar Evropa konsertferðin í Cardiff í Wales 5. mai og endar í London 25. mai. Hann støðgar m.a. í Dublin, Prag, Barcelona, Odense, Helsingfors, Stockholm, Bergen og London.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald