Mentan

Brúgvin leiksýning saman við Skovbo efterskole

Á báðum skúlum hava næmingar arbeitt við evnininum Meining, og úrslitið er ein leiksýning, sum verður víst eina ferð í Føroyum og eina ferð í Danmark. Í Føroyum verður sýning í Hátúni á Trórshavnar Musikkskúla 11. november

2023-11-08 11:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík eru 15 næmingar í løtuni í holt við at menna og snikka saman eina leiksýning, ið ber heiti, ”Meining”.

Hetta er heitið á eini leiksýning, sum í løtuni verður snikkað saman av 11 næmingum á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík og 4 næmingum frá Skovbo efterkole í Danmark.

Á báðum skúlum hava tey arbeitt við evnininum Meining og hava tey skrivað ráðar tekstir. Úrslitið er ein leiksýning, sum verður víst eina ferð í Føroyum og eina ferð í Danmark.

Hvat skal eg hava eina meining um? Hvat gevur meining? Hvussu kann eg finna meining í dagliga meldrinum av krøvum, fartelefonum og sveimam á sosialu miðlunum? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum tey arbeiða við.

Sýningin verður gjørd frá grundini og verður sermerkt av autentiskum ungdóms málburði.

Sýningin verður í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla, leygarkvøldið 11. november kl. 19. Til ber at ogna sær atgongumerki við at fara inn á www.atgongumerki.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder