
Tað er brúk fyri at myndugleikarnir vakna, og stuðla undir, at ferðavinnan kemur sum frægast burturúr hesi herviligu kreppu, skrivar Marni Hjallnafoss, stjóri og ein av einarunum í GreenGate Incoming, á Facebook.
Hann er bara ein í røðini, sum seinastu dagarnar hevur gjørt vart við vánaligu støðuna, sum partur av føroyska vinnulívinum er komið í. Millum annað stjórin á Fonn Flog.
Sambært Marna Hjallnafoss, so vardu hjálparpakkarnir í summar alt ov stutt, og tað er neyðugt at okkurt verður gjørt.
- Hjálparpakkarnir gjørdu mun, men teir vardu alt ov stutt. Vit standa yvirfyri stórum avbjóðingum. Okkara tilfeingi er horvið, og vit hava bert útreiðslur fyri hvønn mánað ið gongur. Tí er tað alneyðugt at seta hjálparpakkar í verk aftur, um okkum skal verða lív lagað.
Hann sigur at fyritøkan er í eini sera álvarsligari støðu, og hava verið noydd at sagt starvsfólk úr starvi.
- Okkara søla minkaði í 2020 við 85 prosentum. Fyri at hava virksemið gangandi, hava vit verið noydd at biðja um skáa frá peningastovni. Starvsfólkini eru farin munandi niður í tíð, og onkran hava vit tíverri verið noydd at siga farvæl til, skrivar Marni Hjallnafoss.
- Fyrra hálva av 2021 er longu so gott sum farin fyri bakka. Vit hava enn vónir til seinnu hálvu av árinum, men rokna í besta føri at røkka 30 prosent av tí, sum vit høvdu væntað í ár, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald