Innanlands

Inntøkan í 2020 bert ein tíggjundapart av 2019

Fonn Flog hevði eitt rakár í fjør orsaka av korona.

2021-03-02 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

At ferðavinnan hevur tað ógvuliga hart, er onki nýtt.

Nú hevur stjórin fyri eina av størri ferðaskrivstovunum sett orð á støðuna.

Sakaris Frederiksen, stjóri í Fonn Flog, hevði í morgun eina dagføring á Facebook, har hann greiðir frá, at inntøkan hjá felagnum í 2020 bert var ein tíggjundapart av tí, sum felagið hevði árið fyuri.

Men tað eru enn vónir fyri framman, hóast hjálpin frá tí almenna ikki er so løtt at hóma.

- Trupult at halda út
Sakaris Frederiksen skrivar soleiðis:

“Vit í Fonn Flog trúgva, at tað aftur koma vanligar tíðir. Men inn til tá ræður um at halda út sum frægast. Í løtuni er eingin hjálparpakki til okkara, og tá er trupult at halda út.

Fleiri av okkara starvsfólkum eru farin í annað starv, og tey, sum eftir eru, eru farin niður í tíð, tí inntøkan hjá Fonn Flog minkaði niður í ein tíggjundapart í 2020 í mun til 2019. Vit hava roynt at hildið fast í okkara starvsfólkum, sum hava drúgvar royndir og breiða vitan, ið verður týdningarmikið at hava, tá ið vit einaferð sleppa í gongd aftur.

Tað var ein góð hjálp at fáa hjálparpakkarnar, men teir vardu ov stutt. Vit hava longu bíðað alt ov leingi eftir, at myndugleikarnir koma við eini loysn.

Ferðavinnan er í kreppu og mynduleikarnir mugu síggja álvaran í støðuni. Her má okkurt gerast sum skjótast.”

- Møguliga verða vit noydd at gera nakað
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við m.a. vinnumálum varð í Degi og Viku í gjárkvøldið spurdur um landsstýrið hevur ætlanir um at hjálpa ferðavinnuni.

Svarið frá landsstýrismanninum var lítið ítøkiligt, men hann upplýsti, at spurningurin hevur verið viðgjørdur í landsstýrinum.

- Møguliga verða vit noydd at gera eitt ella annað. Vit skulu fyrst kanna hvør tørvurin er. Tað kann vera, at vit koma til ta niðurstøðu, at vit vera noydd til at gera eitt ella annað, segði Helgi Abrahamsen, sum eisini segði.

- Er tað onkur, sum er í ferð við at detta niðurímillum, so mugu vit taka tað harfrá.

Landsstýrismaðurin helt annars, at besti hjálparpakkin hevði verið at latið uppaftur og sett meira ferð á samfelagið. Helgi Abrahamsen er sannførdur um, at virksemið hjá ferðavinnuni í summar verður munandi hægri enn tað var síðsta summar. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder