Uttanlands

Brússel: IS hevur tikið ábyrgdina

Islamiskur Statur váttar, at maðurin, ið drap tveir sviar mánakvøldið, var ein av teirra limum

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-10-18 09:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var ein limur í Islamiskum Stati (IS), sum skeyt tríggjar sviar í belgiska høvuðsstaðnum Brússel mánakvøldið.

Tað skrivar IS á Telegram sambært fleiri altjóða miðlum.

Drápsmaðurin, ein 45 ára gamal tunesiskur maður, varð skotin og dripin av løgregluni týsmorgunin. Tað var undan einum fótbóltsdysti millum Belgia og Svøríki, at hann drap tveir sviar og særdi ein triðja.

Drápsmaðurin hevði eisini áður boðað frá, at hann var limur í IS. Hann hevði lagt video út á sosialu miðlarnar, har hann segði seg standa aftanfyri álopið mánadagin.

Les eisini: Drápsmaðurin vildi revsa sviar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder