Mentan

Bryggjudansur fyri Grinkli á Glyvrum leygarkvøldið

Hátíðarhalda at aldargamli sluppungin er umvældur, og nú aftur kann stevna út á fjørðin

2023-07-20 15:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Niðri á Støð á Glyvrum hittast raskir menn hvørt mikukvøld at umvæla motorbátin Grinkil. Aftan á trý ár er motorbáturin umvældur, at ferðast um landi.

Menninir vilja fegnir bjóða øllum at hátíðarhalda, at Grinkil aftur kann stevna út á fjørin við børnum og vaksnum, og geva teimum eina mynd av lívinum umborð á motorbátunum og á okkara sluppum, sum hevur lagt lunnar undir Føroyum sum fiskivinnutjóð.

Tað eru nógvar eldsálir, sum savna menn til at vísa sínu bestu dygdir sum hondverkarar og snikkarar at umvæla motorbátin frá 1919.

Grunnurin Grinkil hátíðarheldur 103 ára føðingardag við gildi 22. juli. Byrjað verður kl. 21 við stuttligari spurnarkapping og kl. 23 verður dansur við Halli Joensen og DJ Finnur S. Olsen. Atgongumerki fæst fyri 250 krónur.

Vælkomin til sildavals og veitslu á bryggjuni komandi leygarkvøld 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder