Innanlands

Brynleif Poulsen nýggjur fíggjarleiðari á SSL

Hann byrjar í starvinum 1. mai

(Mynd: Strandferðslan)

(Mynd: Strandferðslan)

2020-04-17 19:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

49 ára gamli Brynleif Poulsen er settur sum nýggjur fíggjarleiðari á Strandfaraskip Landsins. Hann byrjar í starvinum 1. mai 2020. Seinastu 13 árini hevur Brynleif arbeitt sum roknskaparleiðari á Gjaldstovuni, og áðrenn hetta var hann grannskoðari á Landsgrannskoðanini í 7 ár.

Brynleif, ið er útbúgvin cand. merc. aud., hevur avgerandi útbúgving umframt týðandi og hollar royndir í fíggjar- og roknskaparmálum innan almenna økið. Í størvum sínum á Gjaldstovuni og á Landsgrannskoðanini hevur hann samstarvað við aðalráð, kommunur og stovnar, umframt at hava ogna sær eitt víðfevnt innlit í viðkomandi regluverk og KT skipanir. Harafturat hevur Brynleif týdningarmiklan kunnleika til Búskaparskipan landsins, og kennir til vitanarnetverkið innan tann almenna geiran.

Hansara royndir fevna millum annað um uppgávur sum roknskapar- og verkætlanarleiðslu, verksetan av Búskaparskipan landsins og tillagingar av hesi, ráðgeving í roknskaparligum og játtanarligum spurningum, umframt undirvísing í KT skipanum og játtanar- og roknskaparligum regluverki.

- Eg gleði meg sum heild nógv til at byrja samstarvið við Brynleif í eini spennandi menningartíð við nógvum broytingum í SSL, og ikki minst orsakað av, at SSL í hesum Corona tíðum hevur fingið nógvar eyka bráfeingis avbjóðingar, sum standa beint fyri, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskip Landsins.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder